Fyribyrgingarráðið fer nú í søguna

Løgtingið samtykti við 2. viðgerð í dag, at ráðið nú skal eita Fólkaheilsuráðið Á tingfundinum í dag varð samtykt við 2. viðgerð, at Fyribyrgingarráðið nú skal eita Fólkaheilsuráðið.

Broytingin í navninum samsvarar við broytingina í uppgávuøkinum hjá Fyribyrgingarráðnum, sum er at hava ábyrgdina av, at tey ítøkiligu heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøkini, sum eru við í fólkaheilsuætlanum, sum landsstýrið hevur ynskt, verða sett í verk og framd.

Í upprunaliga uppskotinum frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum stóð, at ráðið skal hava ábyrgd av, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í heilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd.

Í álitinum mælti ein samd trivnaðarnevnd til, at lógarteksturin heldur varð orðaður soleiðis, at ráðið skipar fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í heilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd.

Uppskotið varð við broytingunum frá trivnaðarnevndini á tingfundinum í dag samtykt viuð 22 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Málið skal samtykkjast við 3. viðgerð, áðrenn tað kann lýsast og setast í gildi.