Ongin ivi er um, at vit kunnu ØLL hjálpast at, við at stuðla undir at skaði ikki stendst av eldi – nú høgtíðin stundar til.
Vit kunnu nevna nøkur dømi, sum vit skulu hava í huga: (Prentið hesa vegleiðing út og lesið hana saman í húskinum – bæði vaksin og børn!!!)
Tryggja tykkum væl við roykvarnarum, og skifti battaríir í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári.
Havi í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggi tykkum, at hesin eri ílagi.
Havi eitt brandteppi á høgligum stað.
Havi eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.
Leggi eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja.
Fari ongantíð út frá brennandi kertuljósum.
Lati ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.
Nýt altíð eldfastar stakar.
Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði.
GEV GÆTUR!!
Ansa VÆL eftir, at vatn ikki stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.
Tak endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.
Køv við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.
Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjar sær, at eldurin ikki er farin víðari.
FÝRVERK!!
Far ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a.
Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.
Nýt trygdarbrillur!











