Fyribyrging av tubbaksroyking í Føroyum hevur higartil verið ein fiasko

Heðin Thomsen

Hvør kann orsøkin vera ? Hvør hevur ábyrgdina ?

Uppgerðir yvir innflutningin av tubbaksvørum til Føroya vísa, at føroyingar roykja meira nú enn fyri 10 árum síðan, og tubbaksnýtslan hækkar støðugt. Hetta er serliga hugstoytt við tað, at roknast kann við at sjúka og deyðatilburðir av roykingini framvegis er hækkandi.

Vanliga verður talið av roykjarum brúkt sum ein "parametur" fyri hvussu illani fólk roykja. Men hetta talið er ikki egnað, tí ymiskt er hvussu nógv roykjarar roykja; frá 1 upp til 60 sigarettir um dagin. Og metingin kann als ikki gerast út frá hvussu nógvir 9. floks næmingar roykja.

Tað ber til í ein ávísan mun at ávirka talið av roykjaum gjøgnum upplýsingarherferðir, soleiðis er talið av roykjarum í Føroyum fallið frá 37% í 2002 til 29% í 2004. Men somu uppgerðir vísa, at tað eru smároykjarar, sum gevast samstundis, sum stórroykjararnir gerast lutfalsliga fleiri, og stórroykjarin roykir fleiri sigarettir um dagin. Hetta er orsøkin til, at innflutningurin av tubbakki veksur, hóast talið av roykjarum minkar. Tað eru allarmest smároykjarar, sum frammanundan hoyra til lág-risiko bólkin, ið megna at gevast.


Innflutningur (eindir pr. íbúgva eldri enn 15 ár):

myndatxt
Hvør føroyingur eldri enn 15 ár roykti í 2003 uml. 2250 eindir av tubbakki (ein eind = 1 sigarett ella 1 g av leysum tubbakki. 1 pípa = 4 eindir).


Tal av roykjarum:

myndatxt
Gallup fyri Fyribyrgingarráðið. N = uml. 530 respondentar eldri enn 15 ár.

Men hvør kann orsøkin vera til, at roykingin økist ? Fólk vita væl, at tað er vandamikið, so tað er ikki væntandi upplýsing. ? Orsøkin er tann, at nikotin er eitt evnið, sum gevur ein bundinskap (á donskum afhængighed, á enskum addiction), sum er á hædd við heroin og kokain; roykjarin roykir móti betri vitan, og fleirtalið roynir at leggja av, uttan at tað eydnast.
Tað hendir ein broyting í heilanum hjá tí, sum er bundin soleiðis, at tað ikki longur er ein spurningur um fríðan vilja. Hetta kann konstaterast við kanningum av anatomiini í heilanum á roykjarum (eins og á øðrum misnýtarum). Broytingar í talinum av ávísum _receptorum" og transmittaraevnum. So nikotin-bundinskapur er grundaður á biologiskar broytingar eins væl og á psykologiskar mekanismur.
Men høvðusorsøkin til at roykingin er so útbreidd og økjandi er tann, at vit selja hetta sera vandamikla evnið í fríari sølu, sjálvt til børn.
So leingi tað er lógliga til sølu, verða tað sjálvandi hópur av fólki, sum keypa tað og brúka tað.

Hvør er rætti hátturin at fyribyrgja roykingini?
Her mugu vit fyrst gera okkum greitt, hvørjum vit eru _upp ímóti": nevniliga eitt evnið, sum gevur ein bundinskap sum heroin og kokain og, sum drepur einar 80 føroyingar um árið.
Hendan vøran eigur tí at takast í samað álvarar og respekt, sum tey hørðu evnini.
Tað er veruleikafjart at halda, at enn meira upplýsing kann muna, og út av lagi veruleikafjart er tað at halda, at tað ber til við einari _frisk fyr" attitudu at heppa roykjaran til at leggja av ella at renna nikotinhungurin av sær. Tað nyttar eisini lítið við ræðukampagnum (grefligar ávaringartekstir og myndir á sigarettpakkarnar gera tó ein ávísan, men lítlan mun). Og tey, sum halda, at ein hækkan av aldrinum fyri at kunna keypa sigarettir til 16 ár ger nakran mun, hava slettis ikki skilt álvaran í hesum málinum.
Tá tað snýr seg um avvenjingartiltøk yvirfyri roykjaranum, er eisini lítið at heinta. Tað finnast ongar hokus-pokus loysnir ella "lættur vegur". Tey sum klára at leggja av, tá tey eru til avvenjingarskeið, eru mest smároykjarar, og tey allarbestu skeiðini kunnu í mesta lagi fáa uml. 30% av vanligu skeiðluttakarunum at halda seg roykfrí eftir einum ári.
Hesa dapru mynd hava roykifyribyrgjarar í útlondum langtsíðan tikið til sín og eru farnir í herna móti roykingini frá øðrum vinkli: við agressiviteti og restriktiónum og lyftum fremstufingrum (enntá revsing til tey, sum bróta eitt roykiforboð). Forboð og príshækkan er tað, sum er prógvað at hava bestu fyribyrgjandi árinini. Av øllum londum í Europa er Írland fremst við forboði móti royking á øllum støðum, har almenningurin samlast. Her hjá okkum hava vit t.d. higartil fingið roykfría flogferðslu, roykfríar bussar og roykfrían Sparikassa gjøgnum forboð, sum hesir stovnar av sínum eintingum hava sett í verk.

Fremstufingrar
Hóast nøkur hava hug at hevja teirra egna fremstafingur ímóti, so vil eg halda fast við, at tá tað snýr seg, sum her, um deyða, sjúku og menniskjaligar sorgarleikir, so er tað í lagi at brúka lyftar fremstufingrar, enntá atfinningar, enntá ábreiðslur, enntá revsing (verður t.d. brúkt, um ein koyrir ov skjótt í bili).

Hvør hevur ábyrgdina ? Ein góður spurningur.
oEr tað tubbaksbóndin, sum dyrkar tubbaksplantuna. ?
oEr tað fabrikanturin, sum framleiðir sigarettina ?
oEr tað heilsølumaðurin, sum innflytir vøruna ?
oEr tað kioskeigarin, sum selur vøruna ?
oEr tað roykjarin, sum er bundin av nikotininum og ikki kann lata vera við at roykja ?
oEr tað undirvísarin, fyribyrgjarin, skeiðhaldarin, sum ikki kann fáa roykjaran at leggja av ?
oELLA er tað politikarin, sum loyvir søluni av tubbaksvøruni ?

Læknar lyfta fremstafingur móti politikarum:
Heimsins allarhelst fremsta og mest virda læknatíðarrit, The Lancet, sigur seg taka undir við banni móti tubbakki. Redaktiónin skrivar í oddagrein (Editorial) tann 6. dec. 2003 m.a.:
" If tobacco were an illegal substance, possession of cigarettes would become a crime, and the number of smokers would drastically fall. Cigarette smoking is a dangerous addiction. We should be doing a great deal more to prevent this disease and to help its victims. We call on Tony Blair's government to ban tobacco."
Yvirskriftin á oddagreinini er: "How do you sleep at night, mr Blair?".
Greinin er alment tilgongilig at lesa á heimasíðuni hjá blaðnum: www.thelancet.com
Kanska onkur hómar her, hvussu vit á einfaldan og effektivan hátt kunnu gera Føroyar til heimsins fremsta land á heilsuøkinum ár 2015.

P.S. Nú ein dagin frættist í fjølmiðlunum at ein vælsmakkandi sós til búffar varð tikin av hillunum, tí illgruni var um, at hon kann geva krabbamein. Alt gott um tað, verja av brúkarunum og góðskueftirlit. Í tílíkum førum eru heilsumynduleikarnir beinharðir og kompromileysir. Men hvør hugsar um, at í somu sølubúðum, bert á einari aðrari hyll, er ein onnur nýtsluvøra, sum drepur helmingin (50%) av teimum, sum brúka hana ? Hvør verjir roykjaran ?