Fyribrigdið Arnstein

So var hann aftur har. Óalmenni hofpoeturin udi littererum lesarabrøvum. Okkara fremsti Kirkegaard serfrøðingur. Sitatfresarin úr Klaksvík. The maestro himself: ein studia í reinum og skærum eyðmjúkleika? teknikumverkfrøðingurin Arnstein Niclasen.

Okkara lokala norðuratlantiska orakul hevur nú verið virkið í skjótt ein mansaldur, men í seinastuni hevur ironikarin líkasum mist tamarhaldið á sær sjálvum. Fyrr sást tú sjáldan meira enn eitt lesarabræv, ella eina viðmerking, soleiðis umleið annan hvønn mánað. Og tá var tað altíð sum eitt slag av punktummið í onkrum aktuellum orðaskifti. Kjakast kundi vera um øll møgulig og ómøgulig evni: tá oraklið hevði talað, var ikki meira at siga! Vanligt var, at í minsta lagið eitt Kirkegaardsitat var við í hvørjum lesarabrævi. Teir stóru russararnir vóru, og eru eyðsýniliga enn ?a must?. Síðani kundi tú renna teg í grikskar, rómverskar ella enntá meira lokalar andsfyrstar soleiðis meira á pø á pø?. Kirkegaard altso reglan, hitt meira varliga nýtt kryddarí.

Í hondum Arnsteins gjørdust lesarabrøv og viðmerkingar list. Einki minni!!

Mær vitandi hevur AN altíð verið organiseraður radikalur sjálvstýrari. Hevur enntá sitið í býráðnum í Havn, har tað segðist, at hann ríkaði forsamlingina almikið ? bæði við síni andaligu kompetansu og sínum altíð herostratiska eyðmjúkleika.

Í viðmerkingum ANs vóru tað altíð outsidararnir, ið stóðu fyri skotum. Tjóðveldismenn, javnaðarmenn? og veruligir sosialistar eisini, arbeiðsmenn etc. etc. Øll, ið onkursvegna hóttu borgarligu idealini hjá teknikumverkfrøðinginum, vóru viðgjørd í elegantu, stílfullu listarverkum Arnsteins. Og alt var sára gott.

Men so ein dagin bleiv Arnstein sjálvur raktur. Ella arbeiðspláss hansara. Teir radikalu sjálvstýrararnir hava jú altíð verið konsekvent radikalir, líkamikið hvussu og hvat. Og nú síggja vit Arnstein í nýggjari útgávu. Ein øgiliga hóvlig metamorfosa gott nok? men allíkavæl. Ein umvendur verkfrøðingur.

Og nú, tá ið hann merkir radikalt sjálvstýri á egnum kroppi, gongur oraklið litterert grassat. Lesarabrøvini verða sprænd út soleiðis nøkulunda í triðja hvørjum Sosiali. Hann hevur enn ikki altíð stundir at minnast til at vera eyðmjúkur?.og Kirkegaard, ja, hvar er hann?

Seinasta litterara avrik teknikumsverkfrøðingsins er ein ambivalent 60 ára føðingardagsheilsan til teir radikalu sjálvsstýrarnar. Mitt í øllum eyðmjúkleikanum stinga hógvarnir tó eitt sindur fram. Hesin nýumvendi samfelagsrevsarin gongur ikki ørindi hins minni menta. Nei, hann grætur yvir lagnuna hjá arvingum Vinnufloksins. Her, á 60 ára degnum, er eingin Bóndi. Eingin Thorstein Petersen og eingin Pól í Funningi. Og hann droymur langtandi um rokskiparar og reiðarar; ja sjálvan matadorin norðuri í myrkrinum?.

Nú er ?hitt elitera harkaliðið ? radikalt sjálvsstýri? yvirtikið av lærarum!!!!!

Arnstein Niclasen, maðurin ið gjørdi selektiva rættvísiskenslu til ein lívsstíl-

Og vit onnur?kunnu vit læra nakað av fyribrigdinum Arnstein. Tjaaa, kanska at ?allar tær ætlanir, eg havi, enda lukst aftur hja mær sjálvum; tá ið eg spýti, spýti eg meg sjálvan í gronina?, fyri nú at fáa Kirkegaard innaftur?


Jens Chr. Carlsson

lærari, lærari (uha, uha) uttan stóra koyrikortið