Enn einaferð hava teir fýra fyribilssettu prestarnir fingið starvssetan sína longda. Hesaferð til 31. oktober í ár Tað skrivar Trúðboðin.
Teir fýra fyribilssettu prestarnir Ann Dahl Hansen í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, Theodor D. Olsen í Norðstreymoyar prestagjaldi, Hanus á Gørðum í Norðoya vestara prestagjaldi og Henning Bøgesvang í Sjóvar prestagjaldi, hava fingið longt starvssetanina til 31. oktober. Tað upplýsir Jógvan Fríðriksson, biskupur.
Viðvíkjandi prestastarvinum í Hvalba, sum Símun P. Jacobsen hevur røkt, meðan Ólavur Rasmussen hevur verið í farloyvi, sigur bispur, at formliga fyriliggur eingin avgerð enn, men hann vónar eina loysn innan 1. juli.