Fyribils verkætlan gerast í ár

Gongur sum ætlað, verður forprojekteringin liðug í ár, og samlaða verkætlanin kann so standa klár í 2009, segði Sigurð í Jákupsstovu á kunnandi fundi í Nólsoy mikukvøldið Stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu, var eisini við á kunnandi fundinum í Nólsoy mikukvøldið, og hann greiddi frá, hvussu langt málið higartil var komið.

- Tað er av ógvuliga srtórum týdningi, at fáa potentiellu feløgini við í verkætlanina. Talan er um tey feløg, ið hava neyðugu vitanina og neyðugu fíggjarligu orkuna at verða við í ætlanunum, segði Sigurð í Jákupsstovu.

Hann greiddi frá, at líknandi royndir eru gjørdar í Noregi, men at hesar royndir bert umfata tíggju húsarhald, og at tær í mestan mun eru gjørdar uttan luttøku av lokalsamfelagnum. Við stórum áhuga í Nólsoy fyri ætlanunum metti hann, at tíðin var búgvin at fara eitt fet víðari og nú gera líknandi royndir í einum størri øki. Talan í Nólsoy er um góð eitthundrað húsarhald.

Og stjórin í Jarðfeingi er ógvuliga bjartskygdur fyri ætlanunum, júst tí at myndugleikarnir eru so áhugaðir í verkætlanini. Og hetta er nakað, sum er neyðugt, fyri at fáa privatu fyritøkurnar við, heldur Sigurð í Jákupsstovu.

- Føroyar eru sum skaptar til vetnisroyndir. El-bilar og hydrogen-bilar eru longu framleiddir. Trupulleikin er bara, at uttanlands er talan um ógvuliga stórar avstandir, tá vit tosa um USA og Europa, og tað skapar trupulleikar. Her í Nólsoy, ella fyri tann part skuld í Havn, er talan um ógvuliga stuttar avstandir, og tí hevði bert verið neyðugt við einari áfyllingarstøð, og tað er tað, sum ger stóra munin og sum ger Nólsoy og Føroyar so væl egnað, segði Sigurð í Jákupsstovu.

Komin væl áleiðis

Samlaða vcrkætlanin er komin somikið áleiðis, at klárt er nú so smátt at fara undir forprojektering.

- Vit eru komin hartil, at vit nú mugu gera upp við okkum sjálvi, hvat tað er, ið vit vilja. Vit mugu nú seta okkum spurningarnar, hvat vilja vit, hvussu skal tað fíggjast og hvør skal gjalda. Hvør skal eiga royndarverkætlanina og hvør skal reka hana. Skal hon vera privat og skal landið yvirtaka hana eftir ávísum áramáli. Tað er slíkt, vit nú skulu finna útav, segði Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi.

So nú er at finna útav, hvør skal gera hvat í sambandi við verkætlanina, hvør leikluturin hjá ymsu aktørunum skal vera.

- Vit eru komin so væl áleiðis í kanningunum, at vit miða ímóti at forprojektið skal kunna verða liðugt í ár. Og gongur sum ætlað, kann verkætlanin fara í gongd av álvara í 2009. Og tað er nakað, sum er túgvi fult og fast upp á kann lata seg gera, segði Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi á kunnandi fundi í Nólsoy mikukvøldið.