Fyribils síðstu Poppkornini

Poppkorn spældi á Summarfestivalinum síðstu konsertina fyribils, men tær lova, at føroyingar aftur fara at fáa Poppkorn


Konsertin við Poppkorn á Flagspallinum leygardagin á Summarfestivalinum, verður síðsta framførsla hjá gentubólkinum í eina tíð.
Orsøkin til, at Poppkorn fer at hava ein steðg í framførslunum er, at forsangarinnan Lillian, fer til Danmarkar á eftirskúla. Men hon lovar tó, at hetta ikki er tað síðsta, vit fara at hoyra frá Poppkorn.
- Nei, vit ætla at forseta, og kanska vit koma við nýggjum tilfari. Hann sum skrivar okkara sangir býr í Danmark, og upptøkuhølið er eisini har, so tað eru góðar umstøður fyri, at vit kunnu taka nýtt tilfar upp.
Bæði nógv børn og vaksin vóru komin saman í teltinum at lurta eftir Poppkorn, og genturnar vóru glaðar fyri, at síðsta framførslan áðrenn steðgin eydnaðist so væl.
Fløgan hjá Poppkorn er tann mest selda føroyska fløgan seinasta árið, og bólkurin vann á Planet Awards planetina sum besti nýggi bólkur.