Fyribils lániavtala undirskrivað í Reykjavík

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og íslendski

fíggjarmálaráðharrin, Árni Mathiesen, undirskrivaðu á middegi týsdagin fyribils

lániavtaluna Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og íslendski

lániavtaluna millum Landsstýrið og íslendsku stjórnina.

Avtala er, at fyrstu fimm árini eru avdráttarfrí og aftaná verður nýggj avtala gjørd um, hvussu lánið skal afturgjaldast.

Rentan verður ásett hvønn 1.desember og rentan verður tann saman, sum Landsstýrið lænir pengar fyri.

- Hetta er ein nýggjur leiklutur hjá Føroyum, sum er hugaligur. At vera landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og kunna veita eina hjálpandi hond, er hugaligt. Er tað nakar, sum veit, hvat ein kreppa merkir fyri eitt land, so eru tað vit. Tað eru bara 16 ár síðani vit sjálvi vóru í svárari kreppu, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Árni Mathiesen, fegnaðist yvir, at Føroyar vístu hetta stórsinni.