B36 vann í gjár 1-0 á Tre Fiori úr San Marino í 2. umfari í Europa Conference League. Í seinna hálvleiki fór Magnus Egilsson upp eftir einum bólti, men fekk ein ógvusligt skump og lendi skeivt.
Hjálparfólk kom inn á vøllin og tað var skjótt greitt, at talan var um eina meira álvarsligan støðu. Eftir eina løtu mátti hann hjálpast av vøllinum og bleiv seinni koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar.
- Væntandi er tað ikki nakað alvorligt. Hann var í skannaranum í gjár. Tað eru allarhelst bara nøkur brákað riv, og eitt sindur av blóð í lungunum. Hann skal aftur í skannaran í dag og so fáa vit at síggja, sigur Dan Brimsvík, venjari hjá B36.
Magnus Egilsson var stóra stjørnan, tá B36 vann seg víðari úr 1. umfari. Hann skoraði hattrik, harav tvey av teimum komu upp á brotsspark. Í gjár brendi hann brotsspark og endaði á sjúkrahúsinum. Tíbetur sær skaðin ikki út til at verða álvarsamur.
##ms##