Fyribils foreldragjald meðan verkfall er

- Sjálvandi skulu borgarar ikki gjalda fyri eina tænastu, teir ikki fáa, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, nú Føroya Pedagogfelag er farið í verkfall, men verður talan bert um fáar dagar, verður foreldragjaldið ikki ávirkað.

Umleið 2200 børn í Havn eru rakt av verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag. Verkfallið rakar vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar, og talan er um einar 1900 pedagogar, sum vórðu verandi heima frá í gjár at rokna.
Men tað eru eisini børn, sum verða ansað undir verkfallinum. Hetta er børn, sum eru í dagrøkt, har dagrøktarmammurnar eru limir í Starvsmannafelagnum, ella í summum fáum førum eru limir hjá Føroya Arbeiðarafelag.
- Men dagrøkt er í støðugari minking, tí plássini á stovnunum gerast fleiri og fleiri, og í dag verða einans eini 40 børn ansa í dagrøktini, sigur Heðin Mortensen.
Foreldur, um orsakað av verkfallinum ikki fáa síni børn ansað, skulu kortini gjalda ansingargjald fyribils.
- Hyggja vit aftur til 2006, tá ansingarøkið eisini varð rakt, so valdu vit tá at síggja tíðina ann. Tað er eitt stórt og umfatandi umsitingarligt inntriv, um foreldrini skulu fáa endurgjald fyri nakrar heilt fáar dagar, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at foreldur heldur ikki fáa endurgjald, um børnini eru sjúk og harvið heima, ella fyri summarfrítíðina.
- Men sjálvandi, verður talan um eitt drúgt verkfall, fara vit at taka málið upp í býráðnum, sigur Heðin Mortensen.
Talan er um eitt stað millum 600 og 700 pedagogar, sum starvast hjá Tórshavnar kommunu, og sum nú eru í verkfalli.
- Umframt pedagogarnar á vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlum eru eisini pedagogar á ungdómshúsum, eitt nú Klubb 188 og Margarinfabrikkin, umframt innan umsitingina av børnum og ungum, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin í Havn er formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sum í gjár sendi út eina fráboðan har víst verður á, at tað er ikki rætt, at Føroya Pedagogfelag ongar sersømdir fingu við í semingsujppskotið.
- Vit hava higartil einki svar fingið upp á áheitanina á Føroya Pedagogfelag, um at koma aftur til samráðingarborðið. Men vit eru til reiðar at taka sáttmálatingingarnar upp aftur, sigur Heðin Mortensen sum heldur, at neyðugt verður hjá báðum pørtum at geva seg nakað.
Men borgarstjórin heldur kortini, at tað skuldi borið til at funni eina semju.
- Tað er so mikið lítið, sum skilir partarnar, sigur Heðin Mortensen.