Suðuroyarsiglingin
Tað verður estlendska ferjan, St Ola, sum skal avloysa Smyril, tá ið hann fer í dokk í vetur.
Strandferðslan hevur gjørt ávegis semju við reiðaran í Estlandi, sum eigur ferjuna og nú eru bara smálutir eftir,áðrenn tann endaliga avtalan verður gjørd.
Men Strandferðslan sigur, at tey dugai kki at hugsa sær, at nakað nú skuldi komið í vegin fyri eini endaligari avtalu.
Smyril fer í dokk beint eftir nýggjár og tá kemur St.Ola til Føroyar at sigla ímillum Havnina og Suðuroynna.
? Eftir avtaluna leiga vit St. Ola ferjuna í 75 dagar og leigumálið byrjar ímillum 10. og 30, januar, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni.
Hann sigur, at leigumálið skuldi laga seg eftir, nær eykalutirnir til Smyril kunnu verða leveraðir frá verksmiðjuni í Japan 8. november.
Sostatt fer Smyril í dokk ímillum 10. og 30 januar, samstundis sum St. Ola kemur til Føroya.
Estlendska ferjan kostar 6.750 evrur um dagin, tað eru umleið 50.300 krónur í okkara peningi.
Tá er flaggskipari og maskinmeistari við, men allar hinar útreiðslurnar til manning, olju o.a. rindar Strandferðslan.
Reidar Nónfjall sigur, hugsað verður fyrst og fremst um at St. Ola skal avloysa Smyril, men møguliga fer hon eisini at verða brúkt til aðra sigling aftaná, um onnur skip skulu í dokk.
Hann sigur, at St. Ola er nú á beding, har hon verður vaskað og málað og yvirhøvur gjørd ístand til at røkja Suðuroyarsiglingina.
Ikki verri enn Smyril
Suðuroyingar hava mangan ilskast inn á tey skipini, sum hava loyst Smyril av, tá ið hann hevur verið í dokk, tí tey hava verið ov vánalig.
Men tað verður neyvan støðan hesuferð, tí St. Ola skuldi ikki verið verri skip enn Smyril og hon lýkur øll tey krøv, sum Strandferðslan setir til eina slíka ferju.
Hon hevur siglt í fastari rutu ímillum Scrabster og Stromness á Orknoyggjum og tað er minst líka ringt sum í Suðuroyarfirði og hareftir er ferjan gjørd.
Hon er smíðað í 1971 og hon hevur stabilisatorar bæði aftan og framman .
Hon siglur 16 míl, hon tekur 120 bilar og 500 fólk, hon er góðar 86 metrar long og góðar 16 metrar breið, so munurin ímillum hana og Smyril er ikki stórur.
Ananrs hevur Smyril havt brek á stabilisatorunum seinastu tíðina, men ein smiðjur skuldi koma til Føroyar fyrr í hesi vikuni at rætta brekið, tí tað var ikki neyðugt at fáa Smyril í dokk til tað.