Í lesarabrævið, sum er sent føroysku miðlunum í kvøld, staðfestir løgmaður, at Sambandsflokkurin ynskir, at partur av pelagiska tilfeinginum verður selt um uppboðssølu.
Eisini staðfestir løgmaður, at Sambandsflokkurin tekur undir við útlendskum ognarskapi og kapitali, men treytin er, at myndugleikarnir hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar og at rávøran, virðisskapanin og førleikamenningin verður í Føroyum.
Flokkurin ynskir eisini, at gjørdar verða umsitingarætlanir og at alt sjófeingi skal um føroyskan kaikant.
Lesið greinina hjá løgmanni HER