Í oysandi regni fór bretski sprintarin Mark Cavendish fyrstur um málstrikuna í dagsins teini í Tour de France. Næstir honum vóru týskarin André Greipel, sum vann í gjár, og amerikumaðurin Tyler Farrar.
Sigurin hjá Mark Cavendish, sum súklar fyri felagið HTH Highroad, var hansara triði í ársins Tour de France og hansara 18. í Tour de France yvirhøvur.
Thomas Voeckler er framvegis í teirri gulu føraratroyggjuni, og støðan millum favorittarnar er óbroytt. Í morgin fara Tour de France-súklararnir niðan í tey fyrstu fjøllini í Pyrneunum, og súklukøn bíða við stórum spenningi eftir, hvat favorittarnir Alberto Contador og Schleck-brøðurnir fara at gera í morgin.