Eitt lágtrýstsøki við Ísland sendir komandi vikuna fleiri brúgvaløg inn yvir Føroyar av útsynningi.
Í dag verður lot til andøvsgul, av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s, fyri tað mesta turt og møguleiki fyri sólglottum, men serliga í norðoyggjum verður eitt skifti regn ella ælaveður. Hitin verður millum 12 og 15 stig. Fríggjanáttina verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og út á náttina regn av suðri. Hitin um 10 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, og snarar í ein útsynning. Fyri tað mesta skýggjað og regn, men um kvøldið bæði slítur og klárar í. Hitin millum 10 og 14 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum um kvøldið øtlar í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrst turt og sólglottar, seinni skýggjað og um kvøldið regn av útsynningi. Hitin millum 10 og 14 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av suðri og eystri, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður og um kvøldið og náttina fyri tað mesta skýggjað og ælaveður. Hitin millum 10 og 14 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av eystri ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s, sum út á dagin snarar í ein útsynning. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 14 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður. Hitin millum 10 og 14 stig.
Veðurforsøgnin hjá yr er eitt vet frægari, hon er at finna her.