Fyri seinastu ferð

Undirritaði hevur fyri langari tíð síðani boðað frá, at eg ikki stilli upp til komandi løgingsval, sum veður í seinasta lagi 19. januar 2008

Kortini havi eg tikið av tilboðunm, um at standa á valevnislista javnaðarfloksins til fólkatingsvalið, sum verður týsdgin 19. november. Hetta verður sostatt seinastu ferð, at tit veljarar havi høvið at sýna mær álit, og tað gera tit við at geva mær atkvøðuna.

Eg havi drúgvar royndir í politikki. Varð valdur í Klaksvíkar býráð í 1974 og sat sum býráðslimur í 10 ár. Í hesum tíðarskeiði var eg eisini formaður í Føroya Kommunufelag í tvey ár. Í sjeytiárunum var eg ábyrgdarblaðstjori á SOSIALINUM. Hetta var frá 1. januar 1972 til eg gjørdist landsstýris-maður 20. nov-ember 1979.

Tvær ferðir havi eg umboðað Javnaðarflokkin í landsstýrinum. Báðu ferðina saman við Atla Dam, sála, ið var løgmaður. Fyrru ferð frá 20. november 1979 til 5. januar 1981 og seinnu ferðina frá 10. januar 1985 til 18. januar 1989. Tað kundu verið mong og glæslig úrslit at víst á frá hesum tíðarskeiðum. Men lat tað liggja á hesum sinni.

Kortini er tað eitt mál, sum eg má taka fram, og er tað Samhaldsfasti Arbeiðs-marknaðareftirlønargrunnurin. Hetta var eitt av úrslitunum í tí seinna lands-stýrisskeiðnum. Eitt úrslit, ið eg eri sera fegin um, nú útgjaldið úr grunninum frá 1. januar 2008 veður góðar 2.200 kr. til hvønn um mánaðin. Henda upphædd fer bert at vaksa í framtíðini.

Eg varð valdur í løgingið á løgingsvalinum í november 1980. Í 27 ár eri eg valdur og afturvaldur átta ferðir. Eg kom fyrstu ferð á valevnislistan til fólka-tingsval í 1979. Á hesum valinum gjørdist eg varafólkatingsmaður við 865 persónligum atkvøðum. Ta ferðina varð Jacob Lindenskov valdur í fólkatingið. Hann tók við aftaná Jóhan Nielsen, sála.

Nú bjóði eg meg so fram fyri seinastu ferð. Samstundis sum eg heiti á tykkum um at stuðla meg á valinum, vil eg nýta høvi til at takka tykkum øllum, fyri tað alit og tað trúfesti tit hava sýnt mær øll hesi árini. HJARTALGA TØKK ØLL SOMUL.

At enda skal heita á tykkum, um at veita mær stuðul á hesum valinum eisini. Eg ynski tykkum øllum eitt gott val – og eitt gott val fyri føroyska samfelagið, er eitt gott javnaðarval.