Nólsoyingar hava áhaldandi gjørt vart við, at atkomu viðurskiftini umborð á Rituna ikki hava verið tíðarhóskandi. Eitt nú hevur verið ógjørligt at sloppið umborð á strandferðsluskipið í koyristóli, og tá nólsoyingar eiga ein ungan mann, sum er tengdur at einum slíkum, sigur tað seg sjálvt, at verandi landgongd ikki er nøktandi.
Strandferðslan hevur síðani tikið málið upp, og fyri nøkrum mánaðum síðani kom so ein hálv landgongd at standa á molanum í Nólsoy, har sum Ritan leggur at.
Conrad Gaard Joensen frá Strandfaraskipum Landsins sigur, at hetta er tað, sum teir eru komnir ásamt við Tórshavnar Havn um.
- Arbeitt hevur verið við málinum í longri tíð, og nú er so komið hartil, at tað er klárt at seta seinna partin saman við tí partinum, sum stendur í Nólsoy, sigur Conrad Gaard Joensen.
Nýggja landgongdin er gjørd soleiðis, at talan er um ein rímiliga langan og ikki so brattan skráning, har koyrast kann upp eftir við koyristóli. Síðani skal ein brúgv gerast frá hesum rampanum yvir á Rituna, og tað er hesin parturin, sum manglar.
- Hann er um at verða liðugur, og skuldi verið klárur at montera í hesari ella í seinasta lagi í næstu viku, sigur Conrad Gaard Joensen.
Nú ber so ikki til at taka hendan nýggja landgangin í nýtslu í løtuni, tí Ritan liggur til motoreftirlit inni í Runavík, og kemur ikki aftur í sigling fyrr enn væntandi síðst í komandi viku.
Samstundis, sum nýggja landgongdin verður gjørd liðug, verður eisini ein gálgi settur upp á molanum í Nólsoy soleiðis, at manningin sjálv kann leggja skipið av landi við at binda í henddan gálgan.
- Nýggja landgongin er gjørd til Rituna. Verður talan um annað skip má so okkurt annað gerast. Verður tað Ternan, sum frameftir fer at røkja farleiðina, ber sjálvandi til at koyra inn á dekkið um bilrampuna, sigur Conrad Gaard Joensen.
Men fyribils verður so hetta loysnin at fáa fólk í koyristóli umborð á Rituna.