Fyri pápa mín

ÍtróttarSosialurin: Samrøða við Jákup Vatnhamar Olsen

Í ítróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa samrøðu við Jákup Vatnhamar Olsen, sum saman við beiggja sínum Magnusi Vatnhamar Olsen tók ímóti fyrsta FM steypinum í søguni hjá Víkingi.

 

Les Sosialurin á netinum við at trýsta HER

 

Pápi teirra, Ólavur Olsen, var varaformaður og ein drívmegi í Víkingi tá ið hann brádliga andaðist í summar

 

- Hetta er fyri pápa mín, sigur Jákup Vatnhamar Olsen, sum hevur verið á grøvini hjá pápa sínum við gullheiðursmerkinum.

 

Les eisini um KÍ liðskiparin, sum iðrar seg mest um javnleikin móti B36.

 

- Skal eg kóka tað niður í eina støðu, so er tað 2-2 málið móti B36, sigur Jonas Flindt Rasmussen, ið kendis eg samsekan, tá KÍ misti munin í FM stríðnum.

 

Les eisini um Sámal Erik Hentze, sum nú hevur vunnið trý FM við trimum feløgum.

 

Jákup á Borg er nýggjur venjari hjá B36. Les um avbjóðingarnar hjá honum, nú hann fer frá at verða spælari til venjara.

 

Eisini í blaðnum eru stuttsøgd ítróttartíðindi og alt um seinasta umfarið í Effo-deildini.