Fyri og ímóti Putin

Nógvir túsund russar vóru í dag í gøtunum í Moskva og vístu, hvat tey halda um Vladimir Putin, forsætisráðharra. Andstøðan hevði boðsent fólki at ganga mótmælisgongu ímóti forsætisráðharranum, men um somu tíð gingu onnur stuðulsgongu til frama fyri forsætisráðharran.

Síðani tjóðartingsvalið í desember hava túsundtals russar mótmælt myndugleikunum, sum verða lagdir undir umfatandi valsvik, soleiðis at flokkurin hjá Putin fekk munandi fleiri atkvøður, enn hann í veruleikanum átti. Nú stillar Putin upp til forsetavalið, sum verður í mars, og tað er lítil og eingin ivi um, at hann verður valdur.

Sambært russisku løgregluni hevði Putin nógv fleiri viðhaldsfólk enn andstøðingar í gøtunum í Moskva í dag. Løgreglan sigur, at umleið 23.000 mótmæltu forsætisráðharranum, men at millum 87.000 og 93.000 styðjaðu hann. Aðrar keldur siga, at 170.000 fólk vóru í mótmælisgonguni ímóti Putin.

Tað var kalt at ganga mótmælisgongu í russiska høvuðsstaðnum í dag. Tað frysti 17 stig.