Fyri og ímóti kríggi

Røðan hjá Bush, forseta fekk ymiska móttøku frá øðrum leiðarum.

Ikki óvæntað var franski forsetin, Jacques Chirac, millum tey fyrstu at gera viðmerkingar til røðuna hjá George W. Bush.
Chirac, sum hevur verið tann harðasti mótstøðumaðurin ímóti amerikansku álopsætlanini, segði í sínari viðmerking, at USA átekur sær eina ógvuliga stóra ábyrgd við at fara í kríggj við annað land uttan góðkenning frá ST-trygdarráðnum. Hann vísti samstundis á, at meginparturin av altjóða samfelagnum er ímóti amerikansku ætlanini.
Kina tekur heldur ikki undir við ætlanini hjá Bush-stjórnini. Nývaldi kinesiski forsætisráðharrin, Wien Jiabao, segði stutt eftir røðuna hjá Bush, at tað ber framvegis til at loysa kreppuna á friðarligan hátt, og at hetta eigur at verða roynt.
Hinvegin segði japanski forsætisráðharrin, Junishiro Koizumi, at hann styðjar Bush og ætlan hansara. Koizumi segði, at Bush gera tað rætta. Meiningakanningar í Japan hava kortini víst, at ein stórur meiriluti av fólkinum hevur ikki somu áskoðan sum forsætisráðharrin.
Avstralia tekur eisini undir við USA. John Howard, forsætisráðharri sigur, at Avstralia hevur áhuga í álopinum á Irak, tí tað tænir eisini avstralsku trygdini. Avstralia hevur sent hermenn til Persaflógvan at taka lut í álopinum á Irak.
Størsta muslimska landið í heiminum, Indonesia, er ímóti álopi á Irak. Stjórnin har segði í gjár, at USA hevur ongan rætt at leypa á Irak uttan góðkenning frá ST.