Fyri meg er nøgdsemi eydnusemi

- Tað er mín vón, at allir føroyingar fáa ein lættari og eydnusamari gerandisdag í 2024 - at føroyska familjan aftur fær betri livikor og møguleikar, sigur Jóhannis Joensen.

- Persónliga var sorgin stór, tá Sigrid, okkara familjulimur og vinkona, andaðist, sigur Jóhannis Joensen.

Hvar helt tú nýggjársaftan?

 

- Aftur í ár varð nýggjárið hildið saman við familju, gòðum vinum og grannum á Gerðisgøtu í Miðvági. Hvørt nýggjár savnast vit í grannalagnum, har børn og vaksin hugna sær saman, áðrenn  stóra fýrverkið á midnátt.

 

Tað sigur Jóhannis Joensen.

 

- Tað hevur týdning at koma saman og ynskja hvørjum øðrum gott og eydnuberandi nýggjár. Tann føroyski blíðskapurin og siðurin at støkka inn á gólvið, skal ikki undirmetast.

 

Hann vísir á, at í Vágum rópa tey tað "hùsagongd."  Kanska onkur vísa verður kvøðin og sangur sungin. Jú, samanhald hevur týdning. 

 

- Í dag havi eg verið deknur í kirkjuni, so náttin varð ikki drùgv nýggjársaftan, leggur hann aftrat.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2023? 

 

- Nógv gott hendi í 2023. Eg fegnist um, at tað hevur gingist mær og mínum nærmastu væl í farna ári. At gerast abbi fyri aðru ferð, tá enn ein lítil genta sá dagsins ljós, var heilt serligt.

 

Hann sigur, at tað var eisini ein stuttlig løta, tá kona hansara helt ein væleydnaðan 50 ára føðingardag.

 

- Annars eri eg takksamur fyri, at vit liva í einum av tryggastu og vakrastu londum í heiminum. Fyri meg er nøgdsemi eydnusemi.

 

Hvat var tað keðiligasta?

 

- Tíverri var árið 2023 eisini merkt av sorg, kríggi og neyð. Persónliga var sorgin stór, tá Sigrid, okkara familjulimur og vinkona, andaðist. Hana sakna vit hvønn dag, sigur Jóhannis Joensen.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Eg havi eingi nýggjárlyfti, men eg vóni, at 2024 verður eitt ár, har tað gongur mínum nærmastu væl, eins og tað gongst øllum, bæði nær og fjar, væl. At friður valdar aftur í heiminum, at inflatiónin steðgar, og renturnar lækka, soleiðis at føroyska familjan aftur hevur betri livikor og møguleikar. 

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?

 

- Tað er mín vón, at allir føroyingar fáa ein lættari og eydnusamari gerandisdag í 2024, sigur Jóannis Joensen.

 

- Persónliga var sorgin stór, tá Sigrid, okkara familjulimur og vinkona, andaðist, sigur Jóhannis Joensen.