Adrian Justinussen hevur verið flúgvandi fyri Hillerød í fimm teimum fyrstu kappingardystunum í hesum árinum. Hann hevur í hesum fimm dystunum skotið sjey mál.
Men í kvøld mátti Adrian av vøllinum fyri fyrstu ferð uttan at hava skotið eitt mál í einum kappingardysti fyri Hillerød.
Í dysti í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tapti Hillerød á útivølli 0-1 fyri gamla liðnum hjá Halli Hansson, AC Horsens, ið skoraði sigursmálið tá 13 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Adrian spældi allan dystin. Gamli B36- og HB leikarin á Hillerød-liðnum, Sebastian Pingel var skiftur út tá 77 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Hillerød er tó fremst í niðara endaspælinum við 33 stigum. Nummar tvey er B93 við 29 stigum, og nummar trý er Horsens við 28 stigum.
Leygardagin 13. apríl spælir Hillerød á útivølli móti Helsingør, ið er á aftasta plássinum við bert 13 stigum, og so er at vóna, at Adrian fær gongd í málskjótingina aftur.











