Fyri fyrstu ferð í 69 ár: Brasil tapti HM-undankappingardyst á heimavølli

Brasil hevur fyri fyrstu ferð í søguni tapt tríggjar HM-undankappingardystir á rað

Tað gongur søguliga illa hjá brasilska fótbóltslandsliðnum.

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð í søguni hevur Brasil tapt tríggjar HM-undankappingardystir á rað.

 

18. juni tapti Brasil 0-2 fyri Uruguay á útivølli, og farna fríggjakvøld tapti Brasil 1-2 fyri Kolumbia á útivølli.

 

Í nátt føroyska tíð skuldi gongdin vendast á heimavølli móti erkafíggindanum, Argentina.

 

Men Argentina syrgdi fyri enn meiri neiligari søguskriving hjá Brasil. 

 

Argentina vann nevnliga dystin 1-0 við einum máli verjuskansin, Nicolás Ota­mendi skoraði tá 63 minuttir vóru leiktir. Talan er um fyrsta tapið hjá Brasil á heimavølli í einari HM-undankapping í 69 ár. Og tað svíður eyka hjá brasiliumonnum, at tapið er fyri Argentina. 

 

Argentinar feiraðu sigurin næstan líka nógv sum tá teir vunnu HM-gull í Katar í fjør. 

 

Brasil er nummar seks í HM-undankappingini í Suðuramerika við sjey stigum fyri seks dystir. Tað er nakað sum eingin hevði væntað. 

 

Tó sleppa heili seks av teimum 10 suðuramerikonsku landsliðunum til HM-endaspælið í Meksiko, USA og Kanada í 2026, so Brasil fer helst at klára tað, men lagið í tí fótbóltsøra suðuramerikanska landinum er út av lagi vánaligt.

 

Darw­in Nu­nez hevur yvirtikið leiklutin hjá Luis Suarez sum tann stóri málskjúttin hjá Uruguay. Nunez skoraði tvey mál tá Uruguay á heimavølli vann 3-0 á Bolivia. 

 

Støðan aftaná seks umfør:

 

1. Argentina 15 stig

 

2. Uruguay 13 stig

 

3. Kolumbia 12 stig

 

4. Venesuela 9 stig

 

5. Ekvador 8 stig

 

6. Brasil 7 stig

 

--------------------

 

7. Paraguay 5 stig (nr. 7 skal spæla Play Off dystir)

 

--------------------

 

8. Chile 5 stig

 

9. Bolivia 3 stig

 

10. Peru 2 stig