Liverpool FC framdi sambært lokala blaðnum "Liverpool Echo" eitt bragd ígjár, sum ikki er framt í 124 ára søgu felagsins, síðani fótbóltsfelagið var stovnað í 1892.
Sambært søgu- og hagtalsfrøðinginum, Ged Rea, sum Liverpool Echo hevur samrøðu við, var talan um fyrstu ferð í søguni hjá Liverpool FC, at liðið í einum dysti var aftanfyri, fekk mann vístan av vølli, og kortini vann dystin, sum tað hendi ígjár, tá Liverpool við 10 monnum vann 2-1 á Crystal Palace á Selhurst Park í London. James Milner var vístur av vølli, tá Crystal Palace var á odda 1-0. Roberto Firmino og Christian Benteke (myndin) syrgdu fyri, at søga bleiv skrivað, tá teir við hvør sínum máli syrgdu fyri, at Liverpool FC vann 2-1.
Liverpool Echo staðfestir, at hetta er ikki hent í 124 ára søgu felagsins. Liverpool FC hevur áður vunnið dystir við 10 monnum, har teir hava verið á odda, tá spælari hjá teimum hevur verið vístur av vølli. Teir hava eisini vunnið dystir, tá tað hevur staðið á jøvnum á máltalvuni, tá spælari hjá teimum hevur verið vístur av vølli. Men ígjár var also fyrstu ferð, at Liverpool FC vann, har mótstøðuliðið var á odda, tá spælari hjá teimum var vístur av vølli.










