Annað árið á rað hevur Petur Mohr tikið við sum venjari hjá KÍ í úrtíð. Í fjør, tá hann tók við eftir Eyðun Klakstein, eydnaðist at bjargað liðnum eitt triðniðasta pláss, við fimm stigum niður til eitt pláss hinu megin strikuna.
Nú Petur aftur er í Klaksvík, er tað annars tilsamans fimtu ferð, at hann hevur tikið á seg leiklutin sum eitt slag av einum »bjargingarmanni«, tí ta uppgávuna hevur hann havt tríggjar ferðir fyrr í tveimum øðrum feløgum.
Í 2002 tók hann við sum venjari eftir Paula Jarnskor í ÍF, sum tá var í næstbestu mansdeildini. Árið eftir var Sigfríður Clementsen settur í starv og fekk ÍF upp, men í 2004 gekk ikki eftir vild í bestu deildini, og so vóru aftur boð eftir Peturi. ÍF endaði næstniðast, men tá var skipanin við upp- og niðurflytingardystum, og har tapti ÍF 1-0 í fyrra dystinum ímóti B71, men vann 5-1 í seinna dystinum – og yvirlivdi.
Longu aftur árið eftir, í 2005, var Petur Mohr tilkallaður, eftir at GÍ hevði givið Krzysztof Popczynski sekkin, og her stóð so nógv á, at GÍ ta einu løtuna í seinasta dystinum ímóti Skála var niðri, men í evstu løtu fekk bjargað sær næstaftasta plássið. Enn eina ferð var tað B71, sum skuldi spæla upp- og niðurflytingardystir, men GÍ vann báðar við samlaða málmuninum 7-1 – og yvirlivdi.










