Fyri felagsskapi ímóti fullveldi

Sambandsflokkurin hevur eina greiða støðu viðvíkjandi samstarvi við Danmark og Grønland í ríkisfelagskapinum.

 

Sambandsflokkurin hevur eina greiða støðu viðvíkjandi samstarvi við Danmark og Grønland í ríkisfelagskapinum.

Tað eru vit, sum búgva í Føroyum íð hava fulla ábyrgd av hesum landi og eingin annar. At geva øðrum skuldina fyri gongdina í Føroyum, er ábyrgdarloysi við lít.

Er sjálvstýrismálið við at gera Føroyar til ein "danskan landslut"?

Gongdin í sjálvstýrismálinum hjá samgonguni, hevur verði sera vinglut hesi 3 1/2 árini og tað er ikki andstøðan ella Nyrup, sum kunnu taka sær heiðurin av hesum.

Verandi samgonga hevur eftir 3 1/2 árum enduliga funni útav, at heimastýrisskipanin kann brúkast í samráðingunum við Danmark og tað má alt Føroya fólk gleðast um. Men samstundis sigur samgongan, at ein skipan undir dansku grundlógini merkir at Føroyar gerast ein "danskur landslutur".

Mær vitandi so brúkar samgongan donsku grundlógina fyri at gera tað hon ger, so spurningurin er, um samgongan, sum nú viðurkennur heimastýrisskipanina, er við at gera okkum til ein "danskan landslut" so at vit missa okkara tjóðarrættindi og sjálvsavgerðarrætt, sum allir flokkar eru samdir um, at vit hava?


Samgongan tvíheldur um, at alt verður betri við fullveldi

Ein pástandur uttan hald í nøkrum sum helst, so hann hjálpi okkum, um hetta skal verða politiska mannagongdin í framtíðini.

Samgongan hevur í hesi 3 1/2 árini ikki við einum tí einasta veruligum dømi víst, hvussu vit fáa tað betri við fullveldinum.


Við kensluborðnum úttalilsum siga samgongu limir m.a.

? At ábyrgd skapar vælferð?

? Um rætt verður borið at, meira vælferð fyri minni pening.?

? At í Føroyum ferð altíð, at verða nóg nógv av peningi til eina nøktandi vælferð.?


Hetta eru orð frá einari samgongu sum lítið og einki hevur gjørt fyri vælferðini í 3_ ár, og sum reypar av metyvirskoti, bert tí vit hava fingið blokkin og sum við at skerja blokkin einki yvirskot hevur til komandi ár.

Omanfyri nevndu setningar er ein roynd at lumpa og lirka naka ígjøgnum, sum Palliba og Marsanna kanska kundu tikið undir við, men vónandi gera tey tað ikki, tí hetta er ábyrgdarleysur politikkur, sum einki hevur við veruleikan at gera.


Sambands- og Javnaðarflokkurin fyri ríkisfelagsskapi

Sum gongdin er ídag, er tað bert Sambands -og Javnaðarflokkurin, sum vilja gera broytingar til tað betra í viðurskiftinum millum Føroyar og Danmark.

Tá ið virksemi økist og inntøkurnar við, vil tað verða ein sjálvfylgja, at blokkurin minkast samsvarandi, men ikki fyrr.

Eingin kann tryggja nøkrum føroyingi nakað, tí eingin veit, hvat morgundagurin hevur at bjóða okkum.

Tí er politikkurin hjá samgonguni so vandamikil. Hann er verðuleikafjarður og hevur einki hald í gerandisdegnum hjá Palliba og Marsannu.

Um tað gongur væl ella illa, so er tað bert vit sum búgva her og teir politikarum sum vit hava valt á ting, sum hava ábyrgdina. At siga naka annað er uttanumtos og ein roynd at frásiga sær ábyrgd.