Fyri ella ímóti Bush

-Hin dýrasti, mest meledramatiski og harðasti valbardagin í søguni.
?Hetta er størsta veitslan fyri fólkarædi?
Michael Moore.

Valið er ikki avgjørt fyrr enn tað er greitt hvør hevur fingið flest valmenn. Teir flestu av teimum 438 valmonnunum og teim 100 senatorunum, t.v.s. 270 skulu fella til antin Kerry ella Bush fyri at hann fær liknanar til Ovala Rúmið í Hvítu Húsunum. Seinastu veljarakanningarnar siga at 227 av hesum valmonnum fella til Bush og 225 til Kerry.

Florida er aftur ein svingstatur, ta¨var hetta, ið avgjørdi valið í 2000. Skuldi hetta hent aftur er áhugavert at kanna hvør velur hvønn. Í Flordia eru nógvir spanskir amerikanarar, ella latinobólkar. Latinofólkini stuðla fyri tað mesta Kerry, men stóri bólkurin av eksilkubanarum velja Bush. Tey svørtu velja Kerry, eins og 51 prosent av øllum kvinnum velja Kerry. Skuldi støðan í Florida hent aftur kann USA enda í einari óendaligari gølu og við sakarmálum, ið koma at vara í áravís.

Tað eru komnar nógvar veljarakanningar fram ? alt ov nógvar. Onkur sigur 48 procent til Bush mótvegis 45 til Kerry. Onnur 50-48. Seinast sá eg avísina USA Today siga 49-49, t.v.s. at tað stendur á jøvnum millum Kerry og Bush. Á DR høvdu teir seint mánakvøldið gjørt ein tvørskurð av seks veljarakanningum, har Bush førdi við 48 prosentum móti 46 prosentum til Kerry.

Í Las Vegas spæla tey sum svøk uppá úrslitið av valinum, har hevur Bush hægri odds enn Kerry. Eitt evni,. ið upptekur tey í Newada er ein sak um atomburturkast. Kerry hevur lova at rudda hetta burtur, men Bush er í móti tí. Tað sum fer at avgera valið eru svingstatirnir sum Ohio, Wisconsin, Pennsylvania, Florida, Michigan.

The winner takes it all

Tað sum er serligt við amerikansku valskipanini er at í USA vinnur forsetin ein heilan stat í senn. Fær valevni minni enn 50 prosent av atkvøðunum í einum stati fær hann tí ongar atkvøður. Hetta merkir at tey sum atkvøða fyri Kerry í t.d. Teksas, hava onga ávirkan á amerikanska valið. Hetta merkir eisini, at í einum stati har ein av valevnunum vinnur kemur opponenturin ikki at føra valbardaga. Bush kom t.d. ikki at royna at vinna eina atkvøðu í New York og Massachusetts í 2000 og hvørki Gore ella Kerry tímdu til Teksas (hvat helst er vónleyst).

10 milliónir fleri veljarar
Vanliga velja bert eini 50 prosent í USA, men hesuferð eru 10 milliónir fleri veljarar. Í ár rokna tey við at valluttøkan kemur at vera eini 60 prosent. 8 av 10 amerikanarum halda hetta valið vera umráðandi fyri teirra tilveru. Tað er ein stór fólkarørsla í gongd fyri at fáa fleiri at velja. Bæði Kerry og Bush hava leiga bussar, so fólk kunnu koma út at velja. Av teim 10 milliónir fólkunum eru flest svørt og latínamerikansk.

Tað er vanligt at valevnini eru tøtt í amerikanskum politikki, men ikki so tøtt sum í 2000 og 2004 . Undantøk eru tó Roosevelt (d) í 1936 (60,8%) og í 1944 (53,4%), Eisenhower (r) í 1956 (57,4%), Johnson (d) í 1964 (61 %) mótvegis 38,5%, Reagan í 1984 (58,8%) og Bush Senior (r) í 1988 (54%) mótvegis Dukakis, ið fekk 45.5%. Neyðugt er at fara aftur til 1968 og Nixon (r) fyri at finna eitt val, har tað stóð eins nógv á jøvnum.

Ein hóttan fyri Kerry er hin grøni Ralph Naider, ið eisini roynir at vera valdur. Michael Moore tók til at tað var neyðugt at fólk ikki velja Naider, tí hann tekur demokratiskar veljarar, sum í seinasta enda kunnu avgerða valið.

Eitt val fyri ella ímóti Bush
Kerry førir í nøkrum svingstatum, meðan Bush í øðrum. George Bush Senior var ikki so republikanskur sum sonurin George W. Bush er nú. Bush Senior dámdi lítið kristnu røddirnar í flokkinum. Saman við Cheney hevur Bush W. sett ein nýggjan dagsordan í USA og í heiminum í dag. 11. september í 2001 savnaði USA, men kríggið í Irak kom at spjaða tjóðina, eins og Vietnamkríggið.

Vinnur Bush er tað mest av tí at fólk ikki hava álit á Kerry. Kerry kláraði seg væl í kjakinum, men dugdi ikki so væl at føra valbardagan, eins og Al Gore áðrenn hann. Vinnur Kerry kemur USA at standa meiri saman segði ein granskari á Harvard University.

Advokatar um alt USA halda í hesum løtu eyga við at alt er í ordan og fara at leggja sak um okkurt er galið við valinum.

Spurningurin er um hetta gerðst størsta veitslan fyri fólkaræði, sum Moore vónaði, ella um allur heimurin skal bíða eftir at Kerry og Bush skulu dragsast gjøgnum Hægstarætt sum seinast?

Raðfylgja av hendingum til forsetavalið
Forsetavalevnini kunngerða at tey stilla uppUmleið 1. ár áðrenn valið
State Primary electionsFebruar til juni
LandsfundurSeinast í juli ella í august
Valbardagin byrjarSetember ?oktober
ValdagurFyrsti týsdagur í november
Valnevndin ?Electoral College - velurDesember
Nýggi forsetin í USA flytur í Hvítu HúsiniJanuar
Kelda: David E. Nye: Contemporary American Society. 2003.