Fyri báðar partar verður bara ein sigur góðtikin

Botnbrak verður spælt á Skála í dag

Í dag klokkan 15:00: EB/Streymur-AB 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

Ein sannur lagnudystur verður leiktur á Skála í dag, har EB/Streymur og AB bresta saman. EB/Streymur er enn einaferð noytt at hava heimavøll á uttanveltaðum vølli, tí at graslíkið við Margáir verður skift. Liðini bæði hava ávíkavist átta og seks stig upp til FC Suðuroy, ið er røttu megin niðurflytingarstrikuna, og tí kann ikki hugsast annað enn, at fyri báðar partar er galdandi, at bara ein sigur er góðtikin.

 

Mánadagin fekk EB/Streymur sítt fyrsta stig í heili sjey dystum. Sálarliga støðan hjá leikarunum hjá EB/Streymi hevur alla orsøk at vera góð í løtuni, tí at hóast EB/Streymur var aftanfyri heili 1-4 ímóti KÍ, so megnaði felagsliðið úr sundalagnum onkursvegna at hála øll málini innaftur, so at dysturin endaði 4-4. Ongantíð fyrr í ár hava sundalagsmenninir skorað fýra mál í einum dysti. Málskjótingin hevur serliga soltin á heimavølli, og mánadagin var fyrstu ferð síðani 12. apríl, at EB/Streymur yvirhøvur skoraði mál á heimavølli.

 

Gestirnir úr AB hava framvegis sín fyrsta landskappingarsigur tilgóðar. Mánakvøldið miseydnaðist royndin at vinna fyrsta sigurin enn einaferð, tá ið NSÍ vann 1-2 á Argjum. Spælið hjá AB var tó betri enn tað hevur verið í øðrum dystum, og tí er als ikki óhugsandi, at fyrsti sigurin kemur nú sunnudagin. 

 

Áhugavert er eisini at nevna, at AB er einasta liðið, sum EB/Streymur ikki hevur tapt ímóti í landskappingini í ár.