Fyri Anitu

Reiðaríið P/f Seta í Trongisvági hevur keypt eitt nýtt skip fyri garnaskipið Anitu. Talan er um norska trolaran Bjørgvin Senior.

Skipið er skrásett í føroyska flotanum tann fyrsta juli og fær eins og undanfarna skipið hjá reiðarínum navnið Anita og heimstað í Trongisvági.


Bjørgvin Senior, sum nú fær navnið Anita, er frystitrolari og er 47 metrar til longdar, 10,5 breiður og er 846 bruttotons til støddar, skrivar skipini.fo.