Fyri 50 árum síðani: Tá Dalai Lama flýddi úr Tibet

Í hesum døgum eru 50 ár liðin, síðani Dalai Lama flýddi úr heimlandi sínum, Tibet til India

Í oktober 1950 tóku herdeildirnar hjá Kina Tibet. Hetta var ikki gjørt við samtykki frá tí tibetanska fólkinum, men kortini royndi landsins andligi og politiski leiðari, tann tá bert 15 ára gamli Dalai Lama, at arbeiða fyri einari friðarligari loysn fyri tað tibetanska fólkið. Fyrstu árini aftan á hertøkuna gjørdi Dalai Lama sítt ítarsta fyri at halda seg væl við kinversku stjórnina, í vónini um, at kinversku kommunistarnir fóru at virða siðvanda liviháttin hjá tibetanarunum og lata tey sleppa at praktisera sína aldargomlu buddhistisku trúgv.

 

Kúgaðu Tibet

Men hóast væl meintu royndirnar hjá Dalai Lama, so rínur einki við hjá kinverjum. So skjótt sum teir hava hertikið Tibet byrja teir at brúka valdsgerðir og undirkúgan, fyri at fáa tibetanarnar at taka við maoistisku læruni. Samstundis sum teir í almennum samráðingum við Dalai Lama lova, at einki skal verða broytt í Tibet. Men við tíðini trýstir kinverska stjórnin Dalai Lama alsamt meiri til at tæna kinverskum áhugamálum.

Við endan av 1950-unum bað kinverski leiðarin, Mao, Dalai Lama um at sláa niður á mótstøðurørsluna, sum var vaksin fram í ymisku tibetansku ættarbólkunum. Tá Dalai Lama fær hesi harraboðini, gerst tað honum greitt, at hansara samstarv við Mao-Kina fer ikki at føra til frið í Tibet, men at landið verður púra undirgivið kommunismuni.

 

Møtti ikki

Tá Dalai Lama tann 10. mars í 1959 noktar at taka við einari innbjóðing til ein fund í tí kinversku høvuðsskrivstovuni í tibetanska høvuðsstaðnum, Lhasa, byrjar stríðið veruliga. Tey kinesisku embætisfólkini eru rasandi, og túsindatals tibetanar savnast framman fyri borgini hjá Dalai Lama, sum nevndist “Norbulingka”.

Tibetanarnir gjørdu hetta bæði fyri at forða Dalai Lama at broyta hugsan, og at forða kinverjum í at leypa á borgina og handtaka Dalai Lama.

Sjey dagar seinni, 17. mars í 1959 hótta kinverjar at bumba Norbulingka-borgina. Dundurið frá mortaragranatum, og tíðindini um, at fleiri kinverskar herdeildir eru á veg til Lhasa, sannførir Dalai Lama um, at kinverjar liggja honum eftir lívinum.

Dalai Lama sær bara eina loysn, um hann skal bjarga sær sjálvum, síni nærmastu og Tibet. Hann er noyddur at flýggja til India.

 

Í hermannabúna

Aftan á eina vitjan í templinum fer Dalai Lama til kamar sítt, fyri at skifta til onnur klæðir. Hann tekur munkaskjúrtina av, og fyri fyrstu ferð í lívi sínum letur hann seg í vanligar brøkur og í langan svartan hermannafrakka. Hann leggur eina byrsu yvir aðra økslina, og yvir hina økslina leggur eina samanrullaða “Thangka”. Thangka er dekoreraðir bønarmálningar, sum altíð er við á ferðini hjá tibetanskum munkum.

Thangka-málningurin, Dalai Lama tekur við sær, er av einum serligum slagi, og er umleið 500 ára gamal.

Klokkan 10 um kvøldið fer Dalai Lama av borgini hjá sær. Tveir vaktarmenn føra hann gjøgnum eina myrka viðarlund. Komnir til portrið standa trý starvsfólk hjá Dalai Lama og bíða eftir honum.

Uttan fyri borgina eru túsindtals tibetanarar, sum rópa rakstarróp í tí ísakøldu náttini. Saman við hjálparmonnunum roynir Dalai Lama at koma burtur frá stóra fólkamongdini. Dalai Lama veit, at kinverskir njósnarar eru millum fólkini, sum standa uttan fyri borgina. Men eingin leggur merki til hvør hann er.

 

Kenna hann ikki aftur

Komnir út á vegin til ánna, sum nevnist Kyichu, vera Dalai Lama og hjálparmennirnir steðgaðir av einum lítlum flokki, sum siga seg hava hoyrt, at Dalai Lama ætlar at flýggja. Dalai Lama sendir ein av sínum hjálparmonnum avstað fyri at práta við tann lítla flokkin. Ímeðan roynir Dalai Lama at halda eina ávísa frástøðu, og roynir hann samstundis at líkjast einum veruligum hermanni.

Tá ein løta er farin, sleppa teir at halda fram á ferð sínari. Ein tíma seinni fara teir yvirum Kyichu-ánna. Hinumegin bíða mamman, systurin og líttlibeiggin hjá Dalai Lama. Tey hava eisini megnað at flýggja frá Norbulingka, klødd sum stammufólk.

Fleiri av stjórnarlimunum og andligu leiðarunum hjá honum eru eisini smuglaðir út, goymdir undir presendingum í tungum lastbilum.

Dalai Lama gerst ovurfegin, tá hann sær ein bólk við 30 vápnaðum monnum frá Khampa-ættarbólkinum, sum er kjarnin í mótstøðurørsluni hjá Tibet. Khampa-mennirnir hava hestar við sær. Nú ræður um hjá Dalai Lama at koma sær burtur frá Lhasa, og teir herja á fjøllini.

 

Strævin ferð

Tað er ikki smávegis strævin ferð, sum bíðar Dalai Lama og fylgi hansara. Talan er um illa framkomandi fjallalendi við nógvum kava, og hitastigum, sum liggja undir frostmarkinum.

Uttan stórvegis hvíld vera hestarnir saðlaðir, og teir staðkendu mótstøðumennirnir føra fylgið í ein landnyrðing. Ferðin gongur gjøgnum høga fjallalendið, Che-La.

Fyrsti partur av vegnum er bara ein smøl og steinut rás. Í náttarmyrkrinum stríðast hestar, berarar og Dalai Lama seg fram.

Klokkan trý um morgunin ger fylgið sær eitt náttarból, men nakrar fáar tímar seinni, vera hestarnir aftur saðlaðir. Dalai Lama og hini í fylginum mugu bæði klintra á øllum fýra, og aðrar tíðir mugu teir skreiða eftir sandinum.

Seint seinnapartin hevur fylgið lagt Che-La aftur um seg, og øll fegnast um, at tey eru komin langt burtur fra Lhasa.

Fylgið fer eisini yvirum Tsang Po-ánna við einari lítlari ferju. Tá tann lítla ferjan er komin fram, stendur ein stór fólkamongd, sum er komin saman fyri at ynska Dalai Lama vælkomnum. Nógvir av teimum eru guerillahermenn og krígsmenn, sum eru lættir at kenna aftur við sínum hvítu búnum. Bygdarfólkið stúra fyri kinversku hertøkuni, og tey kenna á sær, at teirra lívsháttur er hóttur.

Ein gamal maður gevur Dalai Lama ein hvítan hest, sum sambært tibetanskum siði, fer at geva eydnu.

Nú er fylgið komið uppá 350 tibetanskar hermenn, og minst 50 mótstøðufólk.

 

18 tímar í saðlinum

Dalai Lama frættir skjótt, at kinverjar vilja gera alt fyri at handtaka hann, og tí ger hann av at vera 18 tímar í saðlinum um samdøgurið.

Eftir fimm samdøgur koma teir til ein part av Tibet, har mótstøðurørslan hevur valdið. Í býnum, Chenye fær bólkurin skjól í einum kleysturi. Dalai Lama kallar sínar ráðgevarar saman, og teir samráðast um Dalai Lama skal halda fram við at flýggja, ella um teir skulu taka upp samráðingar við kinverjar. Avgerð verður tikin um, at teir skulu halda fram til Lhuntse, ein av teimum mest fjarskotnu bygdunum í fjallalendinum.

Á veg til Lhuntse frættir Dalai Lama, at kinverjar hava bumbað tibetanska høvuðsstaðin, Lhasa sundur og saman. Húsini í Lhasa stóðu í ljósum loga, og kring Norbulingka-borgina, vóru túsindtals lík. Kinverjar kannaðu hvørt lík, fyri at kanna um nakar var Dalai Lama.

Dalai Lama tekur avgerð um at halda fram til Lhuntse Dzong. Fylgið er nú komið til tey strævnastu økini í tí trans-himmalayiska økinum. Fjallaketan strekkir seg yvir 1000 kiometrar, og á summum støðum er hon 200 kilometrar breið.

Fylgið kemur til eina lítla bygd, sum nevnist E-Chhudhogyang. Bara 400-500 fólk hoyra til bygdina, og øll eru blóðfátæk. Bygdarfólkini eru blíð, og bjóða Dalai Lama og fylgi hansara inn, sum gestir. Aftan á fleiri dagar á hestabaki, eru øll útlúgvaði, og eym í øllum kroppinum.

 

Stjórn í útlegd

Staddir í E-Chhudhogyang frættir Dalai Lama syrgiligu tíðindini um, at Kina hevur upployst tibetansku stjórnina, og harvið øllum samstarvi við Dalai Lama.

Komin til Lhuntse Dzong tekur Dalai Lama avgerð um at tilnevna eina tibetanska stjórn í útlegd. Dalai Lama steðgar bara tveir dagar í Lhuntse Dzong, men røkkur at útnevna eina stjórn í útlegd, og hann boðar frá, at hann tekur frástøðu frá sáttmálan við teimum 17 punktunum.

Skjótt frættir Dalai Lama, at kinverjar hava herdeildir í fjøllinum nærhendis. Á midnátt sama dag sendir hann eitt sendiboð til India, har hann biður indisku stjórnina hjá Jawaharlai Nehru um politiskt friðskjól. Klokkan fimm um morgunin fer hann so sjálvur ta síðstu leiðina til India.

Næstu dagarnir uppdagar Dalai Lhama, at kinversk flogfør leita eftir honum, og at tað hastar at koma til India. Tá fylgið kemur til Mangmang, sum er síðsta bygda staðið, áðrenn indiska markið, kemur sendiboðið aftur við boðum um, at indiska stjórnin bjóðar honum vælkomnum.

Frostbitin, avmaktaður og sjúkur verður Dalai Lama førdur yvir um markið.

Samstundis sum hann er lættur um at vera sloppin undan kinverjum, so er hann djúpt óeydnusamur um, at vera noyddur at flýggja úr heimlandi sínum.

Og 50 ár seinni droymir hann framvegis um, at Tibet skal gerast frælst aftur.