Fyri 30 árum síðan: William heiðursborgari í 1980

Í mars í 1980 fekk William Heinesen (1900-1991) handað heiðurstekin frá táverandi borgarstjóranum í Havn, Petur C. Christiansen, í sambandi við at Tórshavnar býráð hevði útnevnt hann til heiðursborgara.
Í takkarrøðu síni tók William Heinesen upp aftur ein tanka, sum hann fyrr hevði borið fram um at fáa býráðið at ganga undan í arbeiðnum at reisa minnisvarða yvir teir báðar Áarstovubrøðurnar Janus og Hans Andrias Djurhuus.

Kelda: Árið ið fór 1980