AFTURHVARV: Í dag fyllir Nelson Mandela, frælsisstríðshetjan úr Suðurafrika, 95 ár. Hendan dagin í 2003 gjørdi Sosialurin nógv burtur úr Nelson Mandela, sum fylti 85 ár. Sosialinum beyð føðingardagsbarninum til Føroya á vitjan:
»Í sambandi við 85 ára føðingardagin hjá Nelson Mandela, hevur Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum, boðið honum til Føroya á vitjan«, skrivaði Sosialurin.
Hóast vitjanin varð av ongum, so sendi Nelson Mandela eina heilsan til Jan Müller, blaðstjóra, har hann takkaði fyri innbjóðingina.
Føðingardagsgávan frá Sosialinum til Nelson Mandela var ein myndabók um Føroyar.
Smyril tekur skap
Sosialurin skrivar hendan dagin eisini um, at nýggi Smyril, sum verður bygdur á Izar skipasmiðjuni í Spania, er farin at taka skap, og at Strandferðslan er heilt væl nøgd við handverkið.
»Nú er nýggi Smyril farin at líkjast einum skipi. Fleiri partar av skipinum eru nú settir saman, so at nú fæst ein mynd av, hvussu hann fer at síggja út, tá ið hann er liðugur. Og Magnus Magnussen á Strandferðsluni sigur, at teir eru sera væl nøgdir við handverkið. Hendan skipasmiðjan stendur onki aftan fyri tær, vit kenna úr Norðurlondum, sigur hann.«
Sosialurin skrivar víðari, at nýggja suðuroyarferjan kostar beint oman fyri 300 milliónir krónur við útreiðslum til kurstrygging og byggieftirlit. Tilsamans hevur Løgtingið játtað 310 milliónir til skipið. Ferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór.
Nýggja suðuroyarskipið verður 135 metrar langt, tað siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar, og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril.
Líggjas sekstifimm
Millum heilsanirnar í blaðnum kann lesast um Líggjas í Bø í Klaksvík – ið fyri 1962 kallaðist Eli Markus Sørensen – sum hendan dagin fylti 65 ár.
Borgarstjóri fær vív
Og millum brúdleypslýsingarnar er hendan:
»Leygardagin 19. juli kl. 16.00 giftast í Betesda í Klaksvík Vígdis Kristiansdóttir og Jógvan Skorheim. Veitslan verður hildin á Hotel Norð á Viðareiði kl. 19.00.«
Gott lag á Peturi Skeel
Og Petur Skell boðaði frá lýggjum veðri:
»Fleyr til gul av eystri og fyrrapartin yvirhøvur turt og sólglottar, men út á seinnapartin ælingur. Hitin millum 17 og 20 stig.«