Fyri 10 árum síðani:

Undirskot í Føroya Banka og kreppa í Suðuroy

Forsíðusøgan á Sosialinm hendan dagin fyri 10 árum síðani var um mongolin Jónu í Klaksvík: »Hon hevur eitt ríkt og virkið lív nú, men tá hon er liðug við fólkaskúlan um trý ár, eru ikki nógvir møguleikar til hana. Mamman, Anna Maria, sigur, at hóast viðurskiftini hjá teimum menningartarnaðu í Føroyum eru nógv batnað, so er langt eftir á mál«

 

Av teimum tyngru evnunum blaðnum hendan dagin er hálvársroknskapurin hjá Føroya Banka, sum vísti eitt hall upp á 29 milliónir krónur.

 

– Hetta skyldast fyrst og fremst stóru burturleggingarnar í sambandi við alivinnuna, segði bankastjórin Jørn Astrup Hansen.

 

Blaðið skrivar eisini um ALS gjaldið, sum aftur hækkar.

 

– Økingin av útgjaldinum av arbeiðsloysisstuðli og minni inntøkur, orsakað av lægri lønarvøkstri enn væntað er høvuðsorsøkin til, at ALS-gjaldið aftur hækkar úr 0,5 til 0,75 frá 1. september í ár, skrivar blaðið.

 

Formaðurin í Búskaparráðnum, Herman Oskarsson, hevur tó eina aðra frágreiðing í blaðnum:

 

- Tað varð ov rívuliga farið til verka!

 

Formaðurin í Búskaparráðnum er ikki í iva um, at høvuðsorsøkin til, at ALS-gjaldið aftur hækkar er, at ALS-gjaldið upprunaliga varð lækkað ov nógv.

 

Undir Nøvnum í Vikuni stendur m. a., at Hilmar Bech, fyrrverandi løgtingsmaður í Porkeri fyllir 70 ár.

 

Hann fyllir 80 í dag!

 

Eisini stendur um tvíburðarnar Sylveroius og Marius Jacobsen úr Lerivík, sum fylla 50.

 

Teir fylla 60 í dag!

 

Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Vígdis Johannesen, er eisini á breddanum. Hesaferð er tað um starvsfólk á matstovum, sum eru uttan sáttmála.

 

Magnus Gunnarsson hevur eina afturlítandi grein um føroyaflúgving – og um regluliga flogferðslu í 40 ár:

 

– 1. juli (í 2003, red) vóru liðin 40 ár síðan Statens Luftfartsvæsen fór undir virksemi sítt á flogvøllinum í Vágum. Fyrsta skrásetta flúgving eftir hetta er 17. juli 1963. Í juni hetta árið bleiv Flogfelag Føroya eisini stovnað.

 

Tað vil so siga, at fyrradagin vóru 50 ár síðani fyrsta skrásetta flúgving var um flogvøllin í Vágum undir Statens Luftfartsvæsen. Eitt jubileum, sum ikki hevur verið nógv frammi hesa vikuna!