Freistin at søkja kallið sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi var úti í dag kl. 12,00. Fýra umsøkjarar eru til embætið.
Prestagjaldið telur 5 kirkjusóknir á Borðoynni, Kunoynni og Kalsoynni.
Ætlanin er, at komandi sóknarpresturin tekur við kallinum 1. mars í ár ella so skjótt, sum til ber.
Í prestagjaldinum eru tveir sóknarprestar, ið samskipa tænasturnar og uppgávurnar. Harafturat samvirka sóknarprestarnir í prestagjaldinum einum toymi við sóknarprestin í Norðoya eystara prestagjaldi. Tann kirkjubókaførandi sóknarpresturin í Norðoya vestara prestagjaldi hevur ábyrgd av samskifti og samskipan.
Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er í Klaksvík, Prestvegur 7. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. Sjúkrahús, røktarheim, stovnar og býli. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.










