Mentamálaráðið hevur fingið fýra umsóknir til starvið sum skúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Tað upplýsir Skúlablaðið á síni heimasíðu.
Eftir ætlan, so byrjar nýggi stjórin í starvinum 1. mars.
Tað var stutt undan jól, at Birgit Arge, skúlastjóri, boðaði starvsfólkunum frá, at hon legði frá sær, aftaná at hava verið skúlastjóri í Hoyvíkar skúla síðani 2003, tá hon tók yvir eftir Petur P. Dahl.
Hoyvíkar skúli er tann eldri av tveimum fólkaskúlum í Hoyvík. Skúlin varð vígdur í 1977, og varð í 1993 útbygdur í samband við stóran vøkstur í fólkatalinum.
Í hesum skúlaári ganga 350 næmingar í skúlanum og eru tey deild yvir 16 flokkar frá 1. til 9. flokk. 41 lærarar, 3 námsfrøðingar og 1 stuðul arbeiða til dagligt í skúlanum.

Fýra vilja stjórna Hoyvíkar skúla





