Tann 42 ára gamli føroyingurin, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður í Danmark seinastu 117 dagarnar síðani 16. oktober í fjør, skal sita í varðhaldi í fýra vikur afturat.
Ta støðu tók rætturin í Lyngby í morgun, tá varðhaldsfongslingin, sum seinast varð longd í tríggjar vikur, gekk út. Varðhaldsfongslingin er nú longd fyri sættu ferð – hesaferð til 7. mars.
Hvussu álvarsligt málið í roynd og veru er, vita vit ikki. Tí tá maðurin varð varðhaldsfongslaður var tað fyri afturlatnum hurðum. Men sambært tí, sum komið er fram, so er maðurin skuldsettur fyri medvirkan til neyðtøku av einum 4 ára gomlum smádreingi.
Sambært skuldsetingini ímóti manninum varð hann handtikin á flogvøllinum í Kastrup, tá hann kom við flúgvaranum úr Føroyum klokkan 17:37 tann 16. oktober í fjør.
Hann er skuldsettur fyri í tíðarskeiðnum frá 7. juni 2017 til 19. september í 2017, gjøgnum kjattsamrøður á Linkedin við ráðum og eggjan, at hava medvirkað til, at ein 42 ára gomul kvinna hevur framt kynsligan ágang ímóti fýra ára gamla soni sínum.
Í skuldsetingini verður farið inn í smálutir um, hvussu maðurin hann hevur biðið kvinnuna misnýtt nýtt sonin – og hesir smálutir eru ikki fyri sartar sálir, so teir verða ikki endurgivnir her.
Av tí at maðurin hevur kjattað við kvinnuna, so hevur løgreglan alt upp á skrift, sum maðurin hevur biðið kvinnuna gjørt.
Í skuldsetingini stendur, at maðurin eisini hevur vegleitt hana í smálutum, hvussu hon skal misnýta dreingin.
Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava biðið kvinnuna senda sær myndir og video av henni og dreinginum, meðan hon misnýtir fýra ára gamla dreingin.
Málið var fyri í rættinum í Lyngby dagin eftir handtøkuna, og tá varð maðurin varhaldsfongslaður. Síðani tá er varhaldsfongslingin longd – higartil seks ferðir.
Tá maðurin var til grundlógaravhoyring 17. oktober í fjør noktaði hann seg sekan, skrivar Ritzau tíðindastovan. Tað var ikki gjørligt at fáa fleiri upplýsingar um málið, tí rættarfundurin var fyri afturlætnum hurðum.
Enn er ikki greitt, nær málið kemur fyri í rættinum.










