Fýra venjarar uppá 6 vikur

Uppá 6 vikur hevur Championship felagið Watford havt heili 4 venjarar. Tann fjórði tók við í dag

Championship felagið Watford hevur í dag sett fyrrverandi Chelsea leikaran, Slavisa Jokanovic, sum nýggjan venjara í felagnum. Hann avloysir Billy McKinlay, ið einans var venjari hjá Watford í 8 dagar.

 

Billy McKinlay tók við sum venjari hjá Watford í September, av tí at táverandi venjarin, Oscar Garcia gjørdist álvarsliga sjúkur.

Og Oscar Garcia var bert venjari hjá Watford í ein góðan mánað, eftir at hann tók yvir hjá Beppe Sannino, ið var var koyrdur frá seinast í august, tí at ein ónøgdur leikarahópur ynskti venjaran vekk.

 

Til stuttleikar kann nevnast, at Watford hevur fingið eina frálíka byrjan í næstbestu ensku deildini. Eftir 11 leikumfør er Watford á triðja plássið í deildini. Teir hava sama stigatal sum Norwich, ið liggur nummar 1 í Championship.