Tað vóru útisetarnir, ið settu sín dám á in.fo í gjár.
Tveir útisetar, sum millum annað gera ur, hava fingið ein nýggjan íleggjara í felagið. Talan er um yvir eina millión, ið verður spýtt í felagið.
Ein annar útiseti, Rúni Reistrup, er vorðin nevndarformaður í Vodafone.
Ein triðji útiseti, Øssur M. Dalbúð, leitar eftir nýggjum felagið, og sum skilst er líka við, at hann og HB gerast samdir um eina avtalu. Samstundis ligga fýra feløg framvið at tryggja sær tænasturnar hjá Hákuni Edmundsson, sum er vorðin óklárur við NSÍ, sum in.fo skrivaði í síðstu viku.
Og fjórði útisetin, sum eisini er beiggi Hákun Edmundsson, fekk sína superligadebut í gjár. Talan er sjálvsagt um Jóan Símun Edmundsson.
Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, fekk í gjár nýggjan forseta. Valevni, sum Føroyar stuðlaðu, vann valið í øðrum valumfari.










