Fýra urguleikarar fingið prógv

Aftan á trý ára lesna á Tórshavnar musikkskúla fingu fýra lesandi fríggjadagin 19. juni prógv við urgu sum høvuðsljóðføri.

Aftan á trý ára lesna á Tórshavnar musikkskúla fingu fýra lesandi fríggjadagin 19. juni prógv við urgu sum høvuðsljóðføri.

 

Jóhanna Johannesen, Jensina Simonsen og Símun Hammer fingu tað præliminera (PO) og Óli Nicodemussen tað elementera (EO) prógvið. Torkil Jespersen hevur eitt fag eftir at avgreiða.

 

Tey hava fingið útbúgving innan ymiskar lærugreinar, sum eru viðkomandi fyri urguleikarar í føroysku fólkakirkjuni: Urguspæl-, sálma- og kirkjuspæl, kórleiðslu, teori, sang, klaver, hoyrilæru, urgu- og tónleikavitan, liturgi og sálmakunning.

 

Lærarar hava verið Bjarni Berg, Bjarni Restorff, Joanna Johansen, Jákup Reinert Hansen og Gudmund Mortensen, sum hevur staðið fyri at samskipa lesnaðin. Rektari á Sjællands kirkemusikskole, Ole Brinth, hevur verið próvdómari í øllum lærugreinum.

 

Vit ynskja nýútbúnu næmingunum hjartaliga tillukku við prógvunum og góða eydnu við urguleikaravirkinum.