Fýra umsóknir til stjórastarvið í Ítróttarháskúlanum

Tá freistin av søkja starvið sum leiðari til Ítróttarháskúlan í Suðuroynni var úti á middegi í dag, hevði skúlin fingið fýra umsóknir. Tað skrivar skúlin á heimasíðu síni.


Upplýst verður, at nú verður farið undir at viðgera umsóknirnar, og at starvið verður sett skjótast til ber.


Nýggi stjórin tekur við ovastu leiðslu av einum háskúla, ið er ætlaður ungum, sum eru liðug við fólkaskúlan, tvs. ungum, sum eru 17 ár og eldri.


Leiðarastarvið er lønt í 34. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Felag Tænastumanna Landsins (í løtuni 37.032,54 kr. + eftirløn og frítíðarískoytið).