Ikki færr enn fýra yvirgangsatsóknir vóru framdar í gjár, í fýra londum í trimum heimspørtum.
38 vórðu dripin á einum strond, nærindis eitt hotell í Sousse í Tunisia. Ein maður varð hálshøgdur á eini verksmiðju í Frankaríki. Yvir 50 vórðu dripin í eini hernaðarlegu í Somalia, meðan minst 27 vórðu dripin í eini sjálvmorðsatsókn í eini mosku í Kuveit.
IS hevur átikið sær ábyrgdina av álopunum í Tunisia og Kuveit, meðan Al-Shabaab hevur tikið ábyrgd av álopinum í Somalia. Einstaki terroristurin í Frankaríki bar eisini eitt islamistflagg við sær.
Muslimar um allan heim halda í hesum døgunum ramadan, teirra árligu føstu, og víðgongdir leiðarar hava heitt á síni viðhaldsfólk at gerast pínslarváttar undir ramadan.
Fyrsta álopið fríggjadagin kom í Somalia. Í dimmalættingini lupu uppreistrarmenn frá yvirgangsbólkinum al-Shabaab á eina hernaðarlegu hjá Afrikanska Samveldinum í bygdini Lego í Somalia. Al-Shabaab hevur tætt tilknýti til al-Qaida. Eygnavitni siga, at minst 50 fólk lótu lív í álopinum.
Klokkan 10 bórust tíðindini um eina yvirgangsatsókn móti eini verksmiðju í Frankaríki. Fyrstu tíðindini bendu á, at fleiri vóru løstaði og dripin og at talan var um fleiri yvirgangskroppar. So var tó ikki.
Franski forsetin, Francois Hollande, váttaði, at endamálið við atsóknin var greitt. Maðurin ynskti at spreingja verksmiðjuna í luftina.
Tíðliga seinnapartin koma so tíðindini um at terrorálop í Tunisia. Eitt hotell í strandabýnum Sousse er álopið. 38 fólk vóru dripin, millum teirra vóru fleiri útlendsk ferðafólk. Ein ungur maður dróg brádliga eina kalashnikov riflu fram úr einum sólskjóli og byrjaði at skjóta fyri hond á strondini nærindin Imperial Hotel í Sousse.
Stutt seinni brestur ein bumba í eini sjiamosku í Kuveit. 27 fólk doyggja, meðan 227 verða løstað av bumbubrestinum.
Franskir myndugleikar hava økt trygdartilbúgvinga í landinum, meðan tunisiskir myndugleikar hava boðað frá, at teir fara at steingja fleiri moskur komandi vikurnar, tí tær hava eggjað fólki til harðskap og yvirgang.










