Fýra skrivaðir fyri at tosa í fartelefon

Í gjár gjørdi løgreglan nøkur átøk í ferðsluni.

 

Í Suðuroy og í Eysturoy vórðu fýra bilførarar skrivaðir fyri at tosa í fartelefon, meðan teir koyrdu bil. Ein bilførari varð máldur at koyra 110 km um tíman, sum gav honum eitt klipp í koyrikortið.

Trupulleikar hava seinastu tíðini verið ymsastaðni við knallertum, sum larma illa og sum tí órógva um kvøldið og um náttina. Tað ætlar løgreglan at gera nakað við, og tí vera serlig átøk gjørd tí viðvíkjandi í næstum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

ikki tað villa

Løgreglan var eisini við nakrar skúlar í gjár, eitt nú í Skálabotni, og har var skilið øgililga gott, sum vaktleiðarin málbar seg. Eingin varð skrivaður. Átøkini við skúlarnar halda fram, serliga nú, tá myrka tíðin nærkast

Annars hevur verið hált í morgun í stilla veðrinum. Men løgreglan hevur einki frætt um skaða av hálkuni.