Føroya Skipara-og Navigtørfelag heldur framvegis fast um, at aðalfundur felagsins skal liggja millum jól og nýggjárs.
Føroya Fiskimannafelag hevði í nógv ár eisini sín landsfund millum høgtíðirnar, men í nøkur ár hevur felagið valt at hava fundin fyri jól, og í ár verður landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag í hølum Føroya Arbeiðarafelags 19. desember.
Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag verður soleiðis eftir siðvenju í mong ár aftur í ár hildin 29. desember á Hotel Føroyum.
Felagið heldur fundin tá, tí tað er tá, at flestu limir felagsins eru heima, og viðtøkurnar siga, at aðalfundurin skal haldast í desember ella í januar.
- Vanliga møta nógvir limir á aðalfundi, og gott og gevandi orðaskifti plagar at vera. Nógv ymisk sjónarmið koma fram, og tað eru ikki bert rósandi orð um tað, sum nevnd og leiðsla hava avrikað.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur, at aðalfundurin er ein umráðandi partur av menningini av felagnum og er við til at halda felagið á rættari kós. Bæði virknir og hvílandi limir kunnu luttaka á fundinum.
- Hesaferð standa seks nevndarlimir fyri vali. Fýra av teimum hava boðað frá, at teir ikki ynskja afturval. Orsøkirnar eru ymiskar, eitt nú, at teir ikki longur starvast á okkara sáttmálaøki, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag.