Tað ber til at gera eina lyftu upp úr Sandoyartunlinum upp í Hest, sum kann nøkta flutningstørvin hjá hestsfólki
Borgarstjórin í Havn heldur tað verða vert at kanna, um ein lyfta kann gerast úr Sandoyartunlinum upp í Hest, so Hestur á tann hátt kann knýtast í meginøki.
– Í Noregi er vanligt við uppkomu av tunlum gjøgnum skaktir við lyftum, ella við at gera spiralar upp. Áhugavert hevði verið at vita, um hesin møguleikin varð kannaður í sambandi við linjuføringina um Hests- og Skopunarfjørð, sigur Heðin Mortensen í sambandi við fyrispurningin um Skálfjarða- og Sandoyartunnilin, sum verður svaraður í løgtinginum í morgin.
Hann vísir á, at staðbundna nevndin í Hesti hevur heitt á løgmann um at taka málið um Sandoyartunnilin uppaftur, og at nærri kanningar verða gjørdar av Landsverki fyri at vita, um tað ikki er fíggjarliga tann mest skynsama loysnin at hava linjuføringina undir sunnara part av Hesti.
– Staðbundna nevndin vísir á, at ein skakt við lyftu kann koma upp í Hesti, sum kann lyfta upp til 3,5 tons. Skaktin verður umleið 160 metrar høg. Prísurin fyri hvønn metur er 25.000 kr., tilsamans um 4 milliónir. Tað kostar samfelagnum nógv at hava sjóvegis farleið við tveimum manningum atknýttum til Hestrutuna, langt inn í framtíðina.
– Tá hugsað verður um, at tænastustøðið á ferðasambandinum við Suðuroynna má hækka, er ógvuliga viðkomandi at frætta, um landsstýrismaðurin metir, um Eysturoyartunnilin í løtuni eigur at fáa hægstu raðfesting.