Í vikuni fingu vit hesa myndina - umframt nakrar aðrar myndir - sendandi frá skipasmiðjuni Mest.
Tíverri eru øll skipini, sum henda dagin stóðu uppi á bedingini, ikki eins sjónlig á einari og somu mynd.
Men, tað sjaldsama júst henda dagin var, at øll fýra skipini, sum stóðu á bedingini, eru smíðað á skipasmiðjuni Mest.
Við bryggjuna lá haraftrat trolbáturin, Skálafossur, sum eisini er smíðaður hjá Mest.
Skipini, sum henda dagin stóðu á bedingini samstundis, vóru Ternan (1980), Vesturtúgva (1985), Eysturbúgvin (1990) og Vesturbúgvin 1991.
Eitt sindur serstakt, má sigast, at øll hesi skipini stóðu á bedingini hjá Mest samstundis, men hetta var sjálvandi púrasta tilvildarligt.