Fýra mans skuldsettir fyri harðskap

- Og fyri harðskapin upp á video

Fýra ungir mans eru nú skuldsettir fyri ógvusligan harðskap seinasta vikuskiftið – men løgreglan sigur, at tey eru ikki liðug við kanningararbeiðið enn, so talan kann eisini verða um, at ein maður afturat verður skuldsettur.

 

Tað var farna vikuskiftið, at teir - í felag – lupu á ein tilkomnan mann á alfaravegi og bardu hann av. Løgreglan sigur, at tað, sum tey higartil vita, var tað púra tilvildarligt at akkurat hesin maðurin varð álopin, tí tey duga ikki  at síggja nakra grund til tað annars.

 

Løgreglan sigur, at maðurin varð so illa avbardur, at hann mátti á skaðastovuna og tá varð eisini sagt, at hann hevði brotið síðuna, umframt at hann fekk aðrar snuddir.

 

Løgreglan sigur eisini, at tey fingu illgruna um, at harðskapurin varð tikin upp á video og tískil vórðu fýra fartelefonir tiknar og kannaðar. Og tær kanningarnar váttaðu illgrunan hjá løgregluni, tí tað vísir seg at ein partur av harðskapinum varð tikin upp.

 

Tað eru skerpandi umstøður at taka slíkt upp, serliga um videobrotið er sent øðrum.