Seinnapartin í gjár vórðu fýra mans varðhaldsfongslaðir fyri at hava brotið inn í Havn. Tað var fríggjamorgunin at løgreglan fekk fráboðan um, at innbrot enn einaferð hevði verið í eina ølgoymslu hjá bryggjarínum, Okkara.
Hesa ferð var talan um ølgoymsluna á Hálsi í Havn, har tjóvar høvdu brotið inn og stolið einar 10 rammur av øli, har 24 øl eru í hvørjari rammu. Harumframt høvdu teir stolið pengakassan. Tað er óvist, hvussu nógv var í pengakassanum. Tað varð ikki at stóra sigur løgreglan, men tó eitt sindur av pengum, sum tikið verður til.
Løgreglan sigur, at tað var rættiliga skjótt at tey fingu spor at ganga eftir og seinnapartin fríggjadagin vórðu fýra mans handtiknir. Men tá vóru teir so mikið ávirkaðir, at teir vóru ikki førir fyri at verða avhoyrdir. Tískil vórðu teir settir í varðhald og út á dagin í gjár vórðu teir so avhoyrdir.
Úrslitið var, at løgreglan førdi teir fyri rættin við kravi um at teir skuldu varðhaldsfongslast ímeðan málið verður kannað. Seinnapartin í gjár vórðu so menninir í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti og har vórðu tveir av monnunum fongslaðir í fýra vikur, ein varð fongslaður í tvær vikur og tann seinasti varð fongslaður í tríggjar ferðir 24 tímar. Hesa næstu tíðina skal løgreglan so brúka til at útgreina málið.
Ein orsøk til at teir vórðu fongslaðir kann eisini vera, at talan er um gamlar kenningar hjá løgregluni, sum ofta eru tiknir fyrio lógarbrot.
|