Ein 26 ára gamal maður bleiv í dag dømdur í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta uml. 2 kg. av hashi til Føroya við tí fyri eyga, at selja tað víðari.
Maðurin, sum er rumenskur ríkisborgari, kom til Føroya við flogfari í gjár. Í samband við tolleftirlitið var avdúkað, at maðurin royndi at smugla umleið tvey 2 kilo av hashi, sum var fjalt í konservesdósum í viðførinum.
Maðurin játtaði, at hann hevði roynt at smugla hassjið til Føroya.
– Tí var tað aftur í dag møguleiki at avgreiða eitt rúsevnismál við einum straksdómi í Føroya Rætti, sigur løgreglan í Havn.
Maðurin bleiv dømdur fýra mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing. Av tí, at maðurin er rumenskur ríkisborgari, sum einki tilknýti hevur til Føroya, kravdi ákæruvaldið, at maðurin skuldi útvísast úr Føroyum, og at tað skuldi knýtast eitt fimm ára innferðarbann til útvísingina. Hesum tók Føroya Rættur undir við.
Av tí, at maðurin við dóminum bleiv vístur úr Føroyum, kravdi ákæruvaldið eisini, at maðurin skuldi fongslast eftir dómin, og at hann skal sita til útvísingin kann fremjast. Eisini hesum tók Føroya Rættur undir við.
Maðurin móttók dómin.