Fýra línuskip eru á Flemish Kap

Flestu línuskip eru til fiskiskap, og væntand er, at tey fyrstu ísfiskaskipini koma inn aftur at landa í næstu viku.

Frystilínuskipini á Flemish Kap eru Ågot, Kambur, Klakkur (mynd) og Eivind.

Fleiri línuskip koma inn at landa í næstu viku. Skipini hava mest av toski og hýsu og so eitt sindur av brosmu og longu. Flestu skipini koma helst síðst í vikuni.

Enn eru bert fáir dagar farnir av árinum, og nøkur línuskip eru nýliga byrjaði túr. Tey koma so ikki inn aftur hesa vikuna, um roynandi verður fyri veður.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap. Skipini eru Ågot, Kambur, Klakkur og Eivind. 

Útlitini til útróður í næstu viku eru ikki tey ringastu. Veðrið verður helst brúkiligt, og streymurin batnar, sum vikan gongur.

- Vit vænta tí, at nakað verður av útróðri, helst miðskeiðis og síðst í vikuni, sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.