Fýra lesandi bjóða seg fram

Stríðsval verður um hvør skal umboða tey lesandi í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Einaferð um árið skulu lesandi á Fróðskaparsetur Føroya velja ein lim og ein varalim í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.


Í ár er einki undantak, og nú er greitt, hvørji valevnir tey lesandi hava at velja í, tá valið verður hildið í døgunum 17. til 20. desember.


Fýra lesandi úr fýra ymiskum deildum bjóða seg fram at taka við sessinum í stýrinum og umboða sjónarmiðini hjá teimum lesandi.


Tey eru:

- Ingun Háberg Söderqvist, lesandi a námsvísindadeildini.
- Tór Marni Weihe, lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini.
- Bergur A. Dalsgarð, lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini.
- Kolbrún í Haraldsstovu, lesandi á Náttúruvísindadeildini.

<script id="infogram_0_jolagavur-7035603" title="Jólagávur" src="//e.infogr.am/js/embed.js?70n" type="text/javascript"></script>