Mentamálaráðið hevur í dag kunngjørt hvørjar verkætlanir fáa stuðul av játtanini til yrkisleiklist.
Talan er um fýra verkætlanir, ið fáa tilsamans knappa hálva millión í stuðli.
Størstu stuðulsupphæddirnar fáa Leikarafelag Føroya, ið fáa 200.000 krónur til norðurlendska leiklistafestivalin Dagarnir 2016, og Teatur Grugg v/ Súsonnu Tórgarð, ið fær 125.000 krónur til uppseting av finska leikinum Sangir við gráa havsins strendur eftir Pipsa Lonka.
Harumframt fær Marita Dalsgaard 75.000 krónur til fyrireiking av griksku tragediuni Medea eftir Euripedes og GUT//Productions v/ Mariann Hansen fáa 50.000 krónur til listaliga gransking sum fyrireiking til leik.
Stuðulin til yrkisleiklist, sum í ár er 450.000 kr., verður latin á hvørjum ári eftir tilmæli frá Leiklistaráðnum, ið virkar sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.
Inn komu seks umsóknir, sum tilsamans søktu um 1.2 mió. kr.